
Advokatvirkið
Advokatvirkið førir rættarmál fyri og veitir løgfrøðiliga ráðgeving og hjálp til einstaklingar, virki, fakfeløg og onnur feløg, eins og nakrar kommunur og nakrar almennar stovnar.
Umframt hetta selur Advokatvirkið hús og aðrar ognir og bjóðar skeiðsvirksemi.

Vit eru flutt í nýggj hølir
Februar 2021
Eftir at hava húsast á Skansavegi í fleiri enn 20 ár, er Advokatvirkið í vár 2021 flutt í nýggj hølir. Vit halda nú til í Magnus Heinasonar gøtu 10. Hetta eru somu hølir sum Faroe Law húsast í.
Alt verandi virksemi heldur fram og vit gleða okkum til skrivstovusamstarv við Faroe Law.
Prísir
Tað er ókeypis at leggja eitt mál fyri okkum at gera eina skjóta meting um.
Prísir verða annars ásettir út frá eini heildarmeting. Í heildarmetingini verður atlit tikið til slag av uppgávu, tíðarnýtslu, hvønn týdning málið hevur fyri klientin, hvussu stórt málið er í krónuvirði, um talan er um arbeiði, ið hastar, úrslitið og advokatsins ábyrgdartyngd í málinum.
Vit upplýsa nærri um prís, áðrenn vit byrja upp á uppgávuna.
Frí rættarførsla og rættarhjálpstrygging
Tað kann vera at tú lýkur treytirnar fyri at fáa fría rættarførslu ella er dekkaður av eini rættarhjálpstrygging hjá tínum tryggingarfelagið.
Frí rættarførsla er tá tín sakarmálskostnaður verður goldin av landinum. Ein treyt fyri at fáa fría rættarførslu er m.a. at inntøkugrundarlagið hjá tær ikki er ov høgt. Tað er Ríkisumboðið sum tekur avgerð um fría proces. Vit ráðgeva um fría rættarførslu søkja um fyri teg.
Rættarhjálpstrygging er ein trygging sum er partur av m.a. vanligu sethúsa- og innbúgvstrygginunum. Her er tað títt tryggingarfelag sum tekur avgerð um tryggingin dekkar tín sakarmálskostnað. Vit ráðgeva og søkja fyri teg.
Etikkur og ábyrgd
Etiskar reglur
Advokatarnir eru tilnevndir av danska løgmálaráðharranum. Vit eru undir eftirliti av danska Advokatnævnet og arbeiða eftir teirra etisku reglum. Advokatnævnet, Kronprinsessegade 28,DK-1306 København K hevur heimild til at viðgerða kærur um atferð og avrokning hjá advokatum, sí reglurnar og kærumøguleikar á www.advokatsamfundet.dk
Ábyrgd
Vit hava ábyrgdartrygging og garantiskipan hjá tryggingarfelagnum HDI GLOBAL SPECIALTY DANMARK.