Arbeiðsøki

Skalt tú keypa hús?

Meklari umboðar seljaran. Bankin umboðar seg sjálvan. Hvør skal verja tíni áhugamál í samand við húsakeypið? Og ikki minst um tað vísir seg at vera eitt vónbrot? Vit kunnu umboða teg. Vit kunnu veita tær ráðgeving um, hvussu tú kanst gera vart við teg mótvegis seljara. Vit kunnu eisini ráðgeva og hjálpa við spurningum um fígging, yvirtøku av pantubrævi, skeytisskriving, tinglýsing og allari avgreiðslu.

Brek við húsum

Hevur tú selt ella keypt hús, og brek seinni vísa seg? Skal sýn og meting fara fram? Kanst tú fáa rættarhjálpstrygging til sýn- og meting? Kanst tú fáa rættarhjálpstrygging ella fría proces til eitt møguligt sakarmál í slíkum førum? Vit kunnu ráðgeva og umboða teg. Mál um brek við húsum eru ikki óvanlig og vit hava drúgvar royndir við bæði at føra rættarmál og hjálpa tykkum at finna eina semju.

Brek við vøru ella tænastu

Hevur tú keypt ella selt ein bil? Nýtt tak? Timburarbeiði? Og livir tað ikki upp til tað væntaða? Hvat var avtalað? Hvørji rættindir hevur tú í hesum sambandi? Hvar kanst tú venda tær? Hevur tú rættarhjálpstrygging sum kann dekka útreiðslurnar til eitt møguligt rættarmál? Vit eru von at ráðgeva og umboða í málum har partarnir eru ósamdir um góðskuna á vørum og tænastum.

Arvur, testamenti, deyðsbúgv

Hvat gert tú, tá onkur avvarandi doyr? Hvat gert tú, tá tú fært bræv frá skiftirættinum? Hvør arvar? Kanst tú sita í óskiftum búgvi? Hvat inniber tað? Hvussu gert tú upp yvir fyri skiftirættinum? Hvussu nógv skal gjaldast í arvagjaldi? Skal nakað tinglýsast? Nær er skilagott at gera testamenti? Hvussu kanst tú gera testamenti? Hvussu skal tað orðast og hvat kann man skriva í eitt testamenti? Tað velst um fleiri viðurskifti: Ert tú gift/ur? Eiga tit børn saman? Hvør sær? Hvør sær og saman? Vit kunnu hjálpa tær allan vegin - vit átaka okkum at ráðgeva og avgreiða alt fyri teg í sambandi við deyðbúgv. Vit kunnu gera tína egnu testament-loysn, neyvt eftir tínum viðurskiftum.

Ógift pør

Eru tit ógift og gjarna vilja vera verandi ógift? Hvørjir eru fyrimunirnir og vansarnir? Hvussu tryggja tit hvønn annan best, tá hin parturin doyr? Hvussu við tryggingum? Hava tit børn saman? Ella hvør sær? Ella kanska hvør sær og saman? Hvussu eru tey stillað? Hvussu við húsum og pengum? Hvussu við øllum tí, sum tit keypa og hava keypt, meðan vit hava verið saman? Hvat nú, um tit fara frá hvørjum øðrum? Vit kunnu gera eina optimala samlaða "pakkaloysn" fyri tykkum.

Børn

Mál um børn eru altíð kenslumerkt og kunnu vera sera torfør. Vit kenna til tað. Vit seta okkum í tína støðu og ráðgeva, møta sum hjásiti og umboða teg í málum um foreldramyndugleika, samveru og í barnaverndarmálum.

Starvsfólkamál

Ert tú starvsfólk ella arbeiðsgevari er umráðandi at kenna tínar skyldir og síni rættindi. Eru trupulleikar á arbeiðsplássinum ella er talan kanska um eina uppsøgn? Vit hava drúgvar royndir í øllum starvsfólkamálum - eisini at gera fráfaringaravtalur, so partarnir kunnu avgreiða starvsfólkamál á ein skjótan og siðiligan hátt.

Hjúnaskilnaður

Tann, ið ikki ynskir at vera í einum hjúnalagi longur hevur rætt til sundurlesing og hjúnaskilnað. Eru partarnir samdir, verður hetta gjørt við loyvi frá Familjufyrisitingini. Um bert annar vil skiljast, fæst sundurlesing og hjúnaskilnaður við dómi í Føroya Rætti. Vit ráðgeva, eru hjásitar og føra mál um øll viðurskifti í samband við hjúnaskilnað - eisini í samband við børn, foreldramyndugleika og samveru. Vit gera býtisavtalur tá búgvið skal skiftast.

Skeyti, gávubrøv, sáttmálar og aðrar avtalur

Skalt tú hava skeyti til eina fasta ogn? Vilt tú geva onkrum eina fasta ogn ella okkurt annað við einum gávubrævi? Vilt tú gera ein samognar-, brúks- ella leigusáttmála? Vilt tú gera eina avtalu upp á skrift? Ella stendur tú við onkrum líknandi, sum tú ivast í? Fyri okkum er tað einki problem.

Hagi, hagastýri og festi

Vit hava royndir við landbúnaðarmálum, og føra eisini rættarsakir á hesum øki. Mál um reglur fyri hagastevnu og hagastýri, mál um hegn og mark, mál um útskifting, landbúnaðarstevnur, festi og viðurskifti millum festara og Búnaðarstovuna.

Upphavsrættur

Vit taka okkum av málum og trætum um immaterialrætt. Hetta er upphavsrætt, design, patent, vørumerkjalóggávu og kappingarlóggávu. Vit føra eisini rættarmál á hesum øki.

Rættarmál

Hevur tú fingið eina stevning ella vilt tú stevna onkrum? Rættarmál er eitt av okkara kjarnuøkjum. Vit føra rættarmál av øllum slag bæði í Føroya rætti og í landsrættinum. Vit kanna fyri teg, um tú hevur rættarhjálpstygging, sum kann dekka útreiðslurnar til sakarmálið, ella um tú kanst fáa fría proces. Tað er ókeypis at leggja eitt mál fyri okkum at gera eina skjóta meting um.